Eg, tónaskaldið

Á hesi verkstovuni gerast næmingarnir sjálvir tónaskøld. Teir arbeiða saman við saksofonkvartettini Ensemble Eiradís og nýta skapandi hættir sum tekningar, nótar og ymsar myndlýsingar til at gera tónleik við. Verkstovan endar við einari framførslu av nýskapta tónleikinum.

Við hesari verkætlan er ynskið at kveikja og menna skapandi hugin hjá børnunum, soleiðis at tey læra at hvíla í hugburðinum, at øll kunnu gerast tónaskald. Børnini fáa fríar teymar til at nýta hugflogið á verkstovuni – fyri harvið at menna skapandi evnini og áhugan fyri tónleikinum. Undirvísingin stílar ímóti at menna førleikarnar hjá børnunum til at nýta sjón og hoyrn, og til at megna at hava fokus á smálutir.

Hugskotini hjá næmingunum verða tikin í álvara, so teir kenna at arbeiði teirra hevur virði. Øll ljóð eru tónleikur, óansæð hvussu tey verða samansett – tað er púra upp til næmingarnar. Við hesum í huga arbeiða undirvísararnir saman við børnunum, soleiðis at tónleikurin gerst, sum tey hava ímyndað sær.

At endanum spælir kvartettin verkini og gevur næmingunum eina ítøkiliga listarliga uppliving av tónleikinum, teir sjálvir hava smíðað.

Hetta er ein spennandi og mennandi, listalig verkstova, ið styrkir bæði skapandi og

samstarvseginleikar hjá børnunum. Verkætlanin tekur í størstan mun støði í, at tónleikur kann verða fyri øll – og skaptur av øllum! 


Listafólk: Ensemble Eiradís (4 tónleikarar)

Listagrein: Tónleikur

Slag: Dagsverkstova við framførslu

Longd: Ein skúladagur (4 x 45 minuttir + fríkorter)

Tíðarskeið: 16. - 20. feb. 2026

Málbólkur: 0. - 6. flokkur

Næmingatal: Í mesta lagi ein flokkur í senn (uml. 25 næmingar)

Mál: Føroyskt og skandinaviskt

Høliskrøv: Vanligt flokshøli og eitt eyka arbeiðshøli

Krøv til tøkni og útgerð: Atgongd til printara og talvu at skriva á