Edvard Munch – Lívsins dansur

Ein spennandi verkstova og framsýning, har næmingar læra um lívið og listina hjá Edvard Munch. Gjøgnum frásøgn, samtalur og skapandi arbeiði, sleppa næmingarnir sjálvir at royna seg við list og menna síni egnu skapandi mál. 

Hendan verkstova er grundað á lívið hjá Edvard Munch og hansara forvitnisligu listarligu lívsleið. Vit arbeiða við myndum, tekstum og kenslubornum evnum og leggja dent á at vekja listarliga áhugan og skapanarhugin hjá næmingunum. Dentur verður lagdur á kenslur, hugflog og at næmingarnir fáa møguleika at finna fram til egið úttrykk. Á verkstovuni fáa næmingarnir størri kunnleika til list og læra m.a. at ymisk penslastrok geva ymiskt úrslit. Næmingarnir læra eisini úttrykkið hjá Munch at kenna og nýta hetta ofta ídnir í egnum myndum. Verkstovan er lagað eftir læruskipanini og arbeiðir tvørfakligt við skapandi arbeiði, samtalum og listarligari menning. Við hesari verkstovu fáa næmingarnir kunnleika og íblástur úr einari sterkari søguligari rødd í norðurlendskari list.


Listafólk: Nina Molven

Listagrein: Visuell list

Slag: Verkstova og framsýning

Longd: Ein skúladagur (08:30–12:30)

Tíðarskeið: 3. - 8. nov. 2025

Málbólkur: 0. - 3. flokkur

Næmingatal: Uml. 25 næmingar

Mál: Norskt og enskt

Høliskrøv: Flokshøli við borðum og stólum

Krøv til tøkni og útgerð: Ongin tøkni krevst


Melda til