Sagnir & Ævintýr við ”hettarher” & Jákupi Veyhe
“Vit leiða børnini inn í ein hugsveimandi ævintýraheim, har tað følist, sum tey eru mitt í einum filmi,” sigur Jákup Veyhe, sum saman við tónleikabólkinum ”hettarher” fer at endurgeva søgur frá forfedrum okkara í nýggjum hami. Næmingarnir opna oyruni og nýta hugflogið at ferðast 100 ár aftur í tíðina - inn í ein ævintýraheim, har nógvar hugsandi verur livdu í Føroyum.
Fra árinum 1898 ferðaðist kendi vísindamaðurin, Dr. Jakobsen kring oyggjarnar og skrivaði niður sagnir og ævintýr, sum heimildarfólk søgdu honum. Við nýtslu av hesum tilfari, lýsa vit tilveruna hjá føroyingum fyrr í tíðini og seta hana í samanhang við okkara nútíðarsamfelag. Við brúk av ljósi, ljóði og rúmi, skapa vit eina sansaliga uppliving, har næmingarnir kenna seg vera mitt í einum ævintýri.
Hetta hugskotið byrjaði sum leikur á Listaleypinum í 2018 og hevur síðan verið ment við fleiri søgum og leikarum. Verkætlanin við Jákupi Veyhe verður eisini upptikin og nýtt í undirvísingartilfari, sum vit veita skúlunum áðrenn vitjan.
Listafólk: Andreas Tykjær Restorff, Torleik Mortensen, Jákup Veyhe
Listagrein: Tónleikur, sjónleikur
Slag: Framførsla
Longd: 30 - 40 minuttir
Tíðarskeið: 12. - 16. jan. 2026
Málbólkur: 4. - 10. flokkur
Næmingatal: Einki minsta- og mestamát – tað veldst um framførsluplássið
Mál: Føroyskt
Høliskrøv: Felagshøli ella fimleikarhøll
Krøv til tøkni og útgerð: Atgongd til streym