Sára Malena – ein gandakelling talar
Framførslan bjóðar næmingunum yvir 100 ár aftur í tíðina, har teir hoyra søguna um síðstu gandakellingina í Føroyum, og spurningar verða reistir um, hvørt hon veruliga var gandakelling ella ei.
Sagt varð, at Sára Malena var gandakelling - at hon kundi biðja ilt yvir fólk og fáa vanlukkur at henda. Men var hetta veruliga rætt, ella royndi hon bert at yvirliva í einari tíð, har fátækar, barnleysar einkjur høvdu trupult við at lívbjarga sær?
Næmingarnir fáa eina sjónleikakenda frásøgn við minimalistiskari pallmynd, har einastu lutirnir eru: borð, krakkur, kertustubbi og handsnælda. Framførslan kemur inn á evnini: gandakellingar, fólkasagnir, pátrúgv, happing og marginalisering.
Frásøgnin byggir á skaldsøguna “Sára Malena – seinasta gandakelling í Føroyum” eftir Sólruna Michelsen umframt frásagnir frá Eyðuni Andreassen, fólkalívsfrøðingi.
Eftir framførsluna er møguleiki fyri verkstovu, har næmingarnir kunnu arbeiða meira við evninum.
Listafólk: Gunnvá Zachariasen
Listagrein: Frásøgn, sjónleikur
Slag: Framførsla
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 2. - 6. februar 2026
Málbólkur: 8. - 10. flokkur
Næmingatal: 12 - 50 næmingar
Mál: Føroyskt
Høliskrøv: Skúlastova ella lítil fimleikahøll. Eitt stað har friður er.
Krøv til tøkni og útgerð: Helst myrkalagt høli.