Mál/leys

“Mál/leys” er ein listarlig dansiframførsla, har Sarah Aviaja Hammeken, ið er ættað úr Grønlandi og Danmark, brúkar søguligar og persónligar kenslur til at skapa list. Framførslan endurvitjar háttin at deila søgur í gomlu grønlendsku mentanini, ið her verður borin fram við nútímans dansi, sangi og tónleiki.

Við støði í tveimum mentanum kannar og lýsir Hammeken í hesari sýningini tað fløkjaliga við at hava røtur í tveimum londum. Á ein hátt kann tað kennast sum ein gáva vera partur av fleiri mentanum. Hinvegin kennist tað kanska, sum at ein ikki heilt hoyrir til nakrastaðni. Harumframt verður komið inn á tvístøðuna við at hava uppruna í tveimum so ymiskum mentanum sum grønlendskari og danskari, at tað lætt kann skapa mótburð.

Hammeken endurvitjar í hesi dansisýningini tann háttin, ið grønlendskar mýtur, sagnir og søgur vóru deildar fyrr í tíðini. Hetta var ein livandi mentan millum menniskju, sum her verður tulkað við nútímans dansi, sangi og tónleiki. Evni og hugmyndir handan rørslur og ljóð hava íblástur frá ymsum mýtiskum verum, ímeðan búnarnir hava fingið íblástur úr danska og grønlenska flagginum, sum bæði hava reyðan og hvítan lit. Hesir litir fáa fleiri hjámerkingar og lýsa m.a. arktisku náttúruna og blóðugu hjálandasøguna. Á gólvinum hitta næmingarnir tveir dansarar og ein tónleikara, og teir gerast eisini sjálvir ein partur av sýningini.


Listafólk: Sarah Aviaja Hammeken, Alexander Montgomery-Andersen & Mathilde Rosengren Bruun

Tónleikur: Mathilde Rosengren Bruun

Listagrein: Dansur, tónleikur og livandi framførsla

Slag: Framførsla við luttøku

Longd: 90 min.

Tíðarskeið: 17. - 21.nov. 2025

Málbólkur: 4. - 10. flokkur

Næmingatal: 50 næmingar

Mál: Danskt og enskt

Høliskrøv: Felagshøli ella ítróttarhøll

Krøv til tøkni og útgerð: Ljóðanlegg og helst myrkalagt høli.