Findia snartokið

Hendan verkætlan er ein fjølbroytt og litføgur tónleikaframførsla við rótum í svensk-finskari og indiskari mentan. Á konsertini nýta Charlotta Kerbs og Sanjay Khan spennandi øðrvísi ljóðføri, og næmingarnir verða tiknir við í framførsluna sum virknir luttakarar. Tankin er, at tónleikur er við til at skapa ein glaðan, opnan og vinarligan heim. Tí gerst hann eisini ein fagnaður fyri fjølmentan, vinarlag og samveru.

Findia snartokið er ein livandi ferð ígjøgnum tónleik og mentan í Rajasthan í India og svenska Österbotten í Finlandi. Henda listarliga ferðin við Charlottu og Sanjay bjóðar næmingunum inn í ein heim við samskifti, fagnaði og felagsskapi. Til framførsluna luttaka næmingarnir við at syngja, klappa og nýta kroppin sum slagverk. Góði felagsskapurin og lætta huglagið ger, at støðið er lætt at laga til ymsar aldursbólkar. Eftir sýningina hava næmingarnir møguleika fyri at fáa sameinað upplivingina við grundandi spurningum, sum lærararnir fáa undan framførsluni.

YouTube: https://www.youtube.com/watch?v=sUBl6P-aI3Q Presskit:

https://bit.ly/DhamalWorldPressKit 


Listafólk: Charlotta Kerbs og Sanjay Khan

Listagrein: Tónleikur

Slag: Framførsla

Longd: 40 minuttir

Tíðarskeið: 23 .- 27. mars 2026

Málbólkur: 0 .- 10. flokkur

Næmingatal: Einki minsta ella mesta mark

Mál: Svenskt og enskt

Høliskrøv: Felagshøli ella ítróttarhøll.

Krøv til tøkni og útgerð: 1 borð. Atgongd til streym og ljóðanlegg. Tey hava sjálvi við kablar og mikrofonir.