Mitt í fólkatónleikinum
Ein livandi og fangandi tónleikaframførsla við spennandi rútmum, stuttligum rímum og øgiligum folkavísum úr norðurlendskari mentan. Phønix bjóðar næmingunum inn í ein heim av ljóðførum, við innliving, sangi og rútmum, har kroppurin verður nýttur sum slagverk.
Við uppruna í donskum og norðurlendskum folkatónleiki, bjóðar Phønix eina fangandi og hugkveikjandi framførslu, har næmingarnir luttaka við sangi og rørslu. Tónleikararnir hava hollar royndir innan tónleik, og hendan konsertin hevur verið framførd fleiri enn 1000 ferðir kring heimin. Júst hendan framførslan er eisini tillagað og broytt gjøgnum fleiri ár, til tað hon er í dag.
Listafólk: Karen Mose: Sangur og tangentar , Anja Præst: Bassklarinett og klarinett, Jesper Falch: Slagverk. Jesper Vinther: Harmonika
Listagrein: Tónleikur
Slag: Framførsla
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 9. – 13. mars 2026
Málbólkur: 0. – 7. flokkur
Næmingatal: Mestalagi 150 næmingar
Mál: Danskt
Høliskrøv: Felagshøli ella ítróttarhøll. Framførslan verður á miðjum gólvi við næmingum sitandi á báðum síðum.
Krøv til tøkni og útgerð: Atgongd til streym og ljóðanlegg