Grønlendskur maskudansur
Hendan framførsla gevur næmingum eina livandi og sterka uppliving av grønlendskum maskudansi sameint við søgufrásøgn. Grønlendsk listafólk framføra ein siðbundnan maskudans, har gamlar søgur og kensluligar rørslur møtast í einum kropsligum og visuelt fangandi úttrykki.
Maskudansurin hevur í øldir verið ein týdningarmikil liður í grønlendskari mentan – nýttur til at undirhalda, styrkja felagsskapin og hjálpa við at handfara kenslur sum ótta og styrki. Við maskum, litum og einari orkumiklari framførslu verður fortíðin borin inn í nútíðina á ein nærverandi hátt.
Framførslan gevur næmingunum høvi at uppliva grønlendska mentan í einum listarligum og sansaligum rúmi, har dentur verður lagdur á innara sansan, rørslur og felagsskap gjøgnum listina. Ein uppliving, ið bæði vekir forvitni og styrkir tvørmentanarliga fatan.
Listafólk: Karen Fleischer og Malu Lynge
Listagrein: Mentanarsøga og framførsla
Slag: Framførsla við frásøgn
Longd: 30 min.
Tíðarskeið: 19. - 23. jan. 2026
Málbólkur: 7.- 10 flokkur
Næmingatal: Í mesta lagi 25 næmingar í senn
Mál: Enskt
Høliskrøv: Felagshøli ella fimleikarhøll. Flokshøli kann brúkast, um møguligt er at skumpa borð og stólar til síðis.
Krøv til tøkni og útgerð: Onki