Vampýrella

Kenda barnabókin “Vampýrella” hjá Edward Fuglø er støði undir hesari framførslu. Til framførsluna spælir Aldubáran nýskrivaðan tónleik eftir Páll Sólstein saman við søgu og myndum úr bókini. Endamálið er at geva børnum eina fjølbroytta, listarliga uppliving á høgum støði, har tónleikur, frásøgn og myndlist renna saman í eina heild.

“Vampýrella” er triðja verkætlanin hjá Aldubáruni í samstarvi við Edward Fuglø og tónaskaldið Páll Sólstein. Søgan lýsir gentuna Ellu, sum er í ferð við at broytast frá barni til tannáring. Við dreymakendum myndum og tónleiki verða børnini drigin inn í søguna og uppliva broytingarnar, sum henda í einum systkinaflokki og í egnum sinni. Afturat høvuðsverkinum verða tveir felagssangir eftir Jógvan Waagstein framførdir, har børnini kunnu syngja við. Framførslan gevur teimum innlit í menniskjaliga menning - umframt eina livandi listarliga uppliving.


Listafólk: Aldubáran - 10 tónleikarar, orkesturleiðari og frásøgufólk

Listagrein: Tónleikur, frásøgn, myndlist

Slag: Framførsla

Longd: 45 minuttir

Tíðarskeið: 2. - 6. mars 2026

Málbólkur: 4. - 7. flokkur

Næmingatal: Einki minsta ella mesta mark

Mál: Føroyskt

Høliskrøv: Felagshøli ella ítróttarhøll

Krøv til tøkni og útgerð: Uppvørpa (til at vísa myndir). Øll ljóðútgerð verður tikin við av Aldubáruni sjálvum.