Fritjof Fomlesen

Verkstovan:
TO PLAY OR NOT TO PLAY
Ein áhugaverd kropslig verkstova við sjónleikavenjingum, klovnakynstri og spæli. Allur kroppurin verður brúktur, og vit fokusera upp á samskipan og samstarv og at hava tað stuttligt saman. Verkstovan kann, um tað ber til, enda við, at næmingarnir sýna eina 15 min. klovnaframførslu fram fyri teimum yngru næmingunum í skúlanum.

Framførslan:
FRITJOF FOMLESEN (Mr Fumblebody) er ein væl umtóktur karakterur í Noregi, kendur frá leikferðum, sjónvarssendingum og filmi. Framførslan hjá Fomlesen hevur fyrst og fremst fingið íblástur frá stummfilmunum: fá orð, men nógv rørsla, nógv improvisatión saman við áskoðarunum – og nógvur látur.


Heiti: Fritjof Fomlesen (aka Mr Fumblebody)
Listafólk: Geddy Aniksdal og Lars Vik
Málbólkur: 0. - 3. flokkur | 4. - 7. flokkur
Tal á næmingum: Verkstova: 35 næmingar 4. - 7. flokk | framførsla: 120 næmingar 0. - 3. flokk, 4. - 7. flokk
Høli: Fimleikahøll
Krøv: Eitt brúkt skrivaraborð og ein kontórstólur
Longd: Verkstova 45 min., framførsla 45 min.
Tíðarskeið: 25. - 29. mars 2019