Djóragrýluveitslan

Ein samvirkin dansiframførsla, bygd á tónleikaverkið Le carnaval des animaux (Djóragrýluveitslan) eftir franska tónaskaldið Camille Saint-Saëns. Framførslan sameinir rørslu og dans við videouppvarpan, upprunaligan tónleik og ljóð, samstundis sum tað verður eksperimenterað við ljósi og skugga, tøgn og kvirru. Listafólkini hava fingið íblástur úr djóraríkinum og tess fjølbroytni. Listaverkið er ein innbjóðing til eina ferð í undirgrundina, upp í skýggini, undir kav ella ígjøgnum tað síða grasið. Vit hitta kend djór, og vit uppdaga og skapa nýggjar verur. Áskoðararnir eru ein partur av framførsluni frá byrjan til enda. Leyp saman við okkum inn í ein heim við djóranna hugflogi!


Heiti: Djóragrýluveitsla verkstova/framførsla                                                        
Listafólk: Barbora Latalova & Zdenka Brungot Svitekova
Málbólkur: 0. - 3. flokkur | 4. - 7. flokkur
Tal á næmingum: 30 - 50
Krøv: Uppvørpa og gólvvídd upp á minst 4 x 4 metrar
Longd: 30 minuttir
Tíðarskeið: Mars 2019