Beinta

Beinta er helst ein tann kendasti søguligi persónurin í sagnum okkara. Í meira enn 300 ár hava søgur gingið um hana. Neyvan man nakað fólk í Føroyum sum frá liðið hava fingið so ringt orð á seg sum Beinta.

Í sagnunum verður hon løgd undir svartan gand, at hava gandað vitið úr tveimum av monnum sínum og enntá eisini forkomið teimum. Men hyggja vit at søguligu skjølunum, so bendir næstan alt á, at tað mesta av tí er íspunnið, og menn, ið vildu henni ilt, søgdu søguna.

Lýsingarnar av Beintu eru ymiskar, men allar hava til felags, at tað er ongantíð prestakonan sjálv, ið hevur orðið. Tað hevur hon í hesum leikinum, her vit verða leidd inn í hennara hugaheim og fáa at vita, hvussu Beinta upplivdi hendingarnar.

Leikurin er eitt gott støði til at skilja, hvussu valdið í Føroyum var skipað fyrr í tíðini. Løgmaður, dómsmenn, sýslumenn, heimarættur, bátsband, hvørjar avtalur vóru um arv og jørð, og hvussu tær vóru gjørdar, hvønn lut trúgv, pátrúgv og gandur áttu. Leikurin sigur okkum eisini nakað um lívskorini hjá konufólki og mannfólki.

Við til leikin verður gjørt skúlatilfar við viðkomandi søguligum keldum, sagnum og vísindaligum lýsingum av menningini av sagnunum.


Heiti: Beinta
Listafólk: Leikhús Skift – Annika Johannesen og Marita S. Dalsgaard
Málbólkur:  8. - 10. flokkur
Næmingatal: 4 - 50
Høli: Hóskandi hølir til í mesta lagi 50 áskoðarar. Leikurin er skipaður sum einrøða/frásøgn.
Krøv: Myrkalegging er ein fyrimunur
Longd: 40 min.
Tíðarskeið: 18. februar - 22. februar 2019