Arkitektururin dansar

Í verkstovuni ARKITEKTURURIN DANSAR vísa vit hugtakið “arkitekturur” í barnahædd. Við hugvekjandi framløgum og pulserandi dansifrálæru verða næmingarnir tiknir við á tríggjar arkitektoniskar útferðir: Frásagnir, konstruktiónir og hugløg. Børnini bjóða rúminum av, kanna rúmið og skapa, um tey vilja, eina lítla dansisýning fyri hinum næmingunum í skúlanum. 

Ein lærurík verkstova fyri bæði kropp og høvd, ið verður deild tvørtur um flokkar, familjur og nærumhvørvi.


Heiti: Arkitektururin dansar
Listafólk: Arkitektur Claus og dansari Maja
Málbólkur: 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: 10 - 50
Høli: Eitt rúm har pláss er at røra seg. Fimleikahøll ella líknandi
Krøv: Musikkútgerð og uppvørpa/stórskíggi til powerpoint
Longd: Ein fyrrapartur - 4 skúlatímar
Tíðarskeið: 29.oktober - 2. november 2018