OS

Í framførsluni “OS” skulu sjónleikarar og áskoðarar í felag nágreina/kanna sosiala samleikan hjá bólkinum.

Tað verður skjótt pínligt, provokerandi og ræðuliga stuttligt, tá ið framførslan leggur fram, avdúkar og bjóðar okkara (ofta ótilvitaðu) fordómum um onnur menniskjur av. Í “OS” eru áskoðararnir aktivt við at stýra hvør sínari lampu, sum hongur yvir pallinum, og við hesum siga teir sína hugsan um eina røð av spurningum um heimin, vit liva í.


Heiti: OS
Listafólk: David Jensen, Ylva Owren, Matias Askvik, Heiki Riipinen og Marthe Sofie Løkeland Eide
Málbólkur: 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: Verkstova: 25 næmingar. Framførsla: í mesta lagi 80 næmingar pr. Sýning
Høli: Í minsta lagi 9 m x 9 m
Krøv: Høli skal kunna myrkaleggjast. Atgongd til: 1 x 16A 220V stikk + 2 x 10A 220V stikk. Stólar skulu vera tøkir. Vit hava ljós- og ljóðútgerð við.
Longd: Verkstova 30 min. Framførsla 60 min.
Tíðarskeið: 4. - 8. mars 2019