Sweet (and) Stories

Við hesi verkætlan vilja vit heiðra kreativitetin, søgurnar og siðvenjurnar, ið skulu til fyri at gera eina typiska føroyska køku. Vit kanna tilfarið í køkuni, hvussu hon verður gjørd, hvussu hon sær út, og hvørjar søgur hon fortelur okkum, og til seinast skal køkan ‘etast’

Vit savna okkara granskingartilfar, og í felag gera vit eina ‘køku’ at vísa fram. Henda køka kann vera røð av tekningum, ein stop motion-filmur, ein yrking ella ein framførsla. Tað er ein køka, tí hon hevur alt tað, sum ein køka skal hava: tilfarið, framleiðsluna og søgurnar, ið eru knýttar at henni.

Vit bjóða familju, vinum og kenningum við til tiltakið at heiðra køkusiðvenjuna og køkusøgurnar, ið knýta fólk saman í Føroyum. Næmingarnir læra at brúka sínar sansir, læra um listaliga gransking, at tulka skap, lit, smakk og søgur og læra at leggja sína listaligu tulking fram fyri onnur.


Heiti: Sweet (and) Stories
Listafólk: Floortje Zonnveld og Eva Bullens
Málbólkur: 0. - 3. flokkur | 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: 18
Høli: Ein ella tvær skúlastovur til verkstovurnar. Framsýningin kann vera í forhøllini
Krøv: Uppvørpa
Longd: 2 listaleypavitjanir á hvørjum skúla, við framsýning um kvøldi
Tíðarskeið: Apríl - mai 2019