BRYD!

BRYD er ein dramaverkstaður um normar og identitet yvirhøvur og um kynsnormar serstakliga. Normar eiga ein grundleggjandi leiklut í mismuni og valdsbygnaði. Á verkstovuni BRYD! savna vit okkum um hugmyndina hjá børnum og ungum um, hvat tey halda vera normalt/ónormalt.

Fevnir normurin um okkum sjálv, halda vit ofta, at einki mark er fyri, hvat eitt menniskja kann vera, føla, siga og vísa – av tí at vit ongantíð sjálv eru farin útum nakran norm og merkt avleiðingarnar. Normar hava ein grundleggjandi leiklut í mismuni og valdsbygnaði, og tí er tað so umráðandi at verða tilvitaður um teir, hóast teir tíðum eru í tí ótilvitandi lagnum í okkara samtilveru.
Hesa seinastu tíðina hevur ein pedagogiskur, politiskur og individuellur tørvur tikið seg upp fyri at nuansera tann kynspraksis, ið fór fram í skúlum og dagstovnum. Tað kann koma av tí vaksandi tørvinum og rættinum í okkara tíð til frítt at taka egnar avgerðir og til at vísa sín kynssamleika í samsvari við sína egnu sjálvsfatan. Vit savna okkum um javnstøðu, kyn, seksualitet og margfeldi og broyta okkara felags virðir og sostatt okkara normar. Á verkstovuni BRYD! kanna vit, hvussu okkara gerandisdagur er merktur av normásettum kategorium (so sum drongur/genta, hetero/homo o.fl.). Hvussu hilnast so hesar kategoriir og ímyndir í sambandi við spurningin um, hvat er rætt/skeivt? Vit hava lyndi til at síggja heimin gjøgnum eina ávísa linsu, og tað er tann linsan, ið fær avbjóðingina á verkstovuni. Vit vilja við øðrum orðum við samrøðum, bólkavenjingum og dramapedagogiskum venjingum bjóða norminum av. M.a. fara vit í “klædnarúmið” í leikhúsinum og lata okkum í ein annan samleika/annað kyn. Verkstovan myndigger næmingarnar við at skerpa teirra førleika til at analysera, reflektera yvir og agera í sambandi við fordómar og diskriminatión. Tað snýr seg sostatt um annað enn normar. Tað snýr seg um samleika, mannarættindi og samtilveru.

Hví BRYD?
Tað er ein týðandi tørvur á at arbeiða við hugtakinum kynssamleika og kynsnormum, og hetta eigur at verða verða lýst og greinað í fólkaskúlanum. Brúk er fyri meira undirvísing, ið snýr seg um mentanarligan samleika, estetiskan og kropsligan lærihátt. Við BRYD! fáa vit gjørt mun og vera við at leggja lunnar undir bæði antihapping umframt javnrættindi, tolsemi og demokrati.


Heiti: BRYD!
Listafólk: Teatret Zeppelin
Málbólkur: 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: 25
Høli: Ein flokkur: flokshøli við ruddaðum gólvi ella ein høll um møguligt
Krøv: Eitt musikkanlegg
Longd: Verkstova 2 dagar
Tíðarskeið: 4. - 8. november 2019