Hvussu sær mín verð út?

Ein intensiv dansifilmsverkstova, har dagligt umhvørvi verður broytt til ein gandakendan heim. Tað gera vit við at pallseta tey rúm vit kenna við kropsrørslu og leggja karmar um hesa koreografi ígjøgnum kameraperspektiv. Á verkstovuni verður arbeitt í bólkum, her vit skapa koreografi, filmar og klippa ein dansifilm, ið fer at vísa eina aðra síðu av tí veruleika vit eru í dagliga.

Yvirskipaði spurningurin í ætlanini: Hvussu uppliva vit okkara verð, um vit hyggja at henni úr einum nýggjum perspektivi og røra okkum heilt øðrvísi, enn vit plaga?

Tilgongd:
- Stutt kunning um dansifilm við filmsdømum, ið serliga savna seg um at kanna upptøkur á staðnum við rørslu og kameraperspektivi. (30 min.)

- Stutt fysisk improvisatiónsvenjing, ið byrjar við at brúka eyguni sum kamera. Tú kanst gera nærmyndir við at vera tætt við ein vin ella eitt objekt, tú kanst kanna loftið, hyggja undir borð og stólar o.s.fr. Henda venjingin fevnir um fysiska rørslu og skapar hugskot um, hvussu tú sært títt umhvørvi av nýggjum. (30 min.)

- Í bólkum upp á eini fýra skulu næmingarnir finna støð í og rundan um skúlan hjá sær, her tey skulu kanna hann við einføldum rørslum. Teir skulu brúka sína snildfon til at filma rørslurnar á sama støði sum í tí fyrstu impro-venjingini. (1½ tími)

- Stutt innleiðing til redigering. (30 min.)

- Í felag hyggja vit at tilfarinum hjá teimum og velja tey bestu klippini, sum teir redigera saman til ein stuttan dansifilm. (1½ tími)

- Til seinast hyggja vit at øllum teimum gjørdu filmunum og endurmeta tilgongd og produkt. (1 tími)

Ætlanin sprettur úr egnu listarligu listarligu yrkisroyndunum hjá Maiu, sum leingi hevur arbeitt við ungum í pubertetinum og tannárunum. Maia vil vita, hvat tey, sum futtbroytast frá barni til vaksin, halda um verðina, og hvussu tað kann formbroytast til estetisk, listarlig verk.


Heiti: Hvussu sær mín verð út?
Listafólk: Maia Elisabeth Sørensen
Málbólkur: 4. - 7. flokkur, 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: 10 - 20
Høli: Eitt flokshøli til inro og eftirmeting umframt improvenjingar. Restin av verkstovuni gongur fyri seg í nærumhvørvinum
Krøv: Næmingarnir skulu brúka í minsta lagi eitt kamera/snildfon pr. bólk umframt teldu/iPad við klippiforriti. Videouppvørpu, VGA kápul og hátalarar
Longd: 1 dag á hvørjum skúla
Tíðarskeið: 4. - 8. november 2019