Frá oyra til hond
EIN VERKSTOVA, HER VIT BRÚKA TEY NATÚRLIGU EVNINI HJÁ BØRNUM AT SIGA SØGUR OG SÍTT FORVITNI TIL AT SKAPA LJÓÐFRÁSAGNIR VIÐ GERANDISLUTUM
Ljóð hevur eina ótrúliga megi at stimbra hugflogið og at vekja sterkar kenslur. FRÁ OYRA TIL HOND er ein verkstova, ið byggir á natúrligu evnini hjá børnum at siga søgur og at brúka sítt forvitni til at skapa ljóð- frásagnir við gerandislutum.
Næmingarnir sleppa at brúka sonevnda Foley-tøkni, her tey brúka ljóð við tilfari úr gerandisdegnum: handskar kunnu gerast flaksandi veingir, fingrasmellir eitt grovt æl ella kanska at fáa eina ballón at ljóða sum eina ríkjandi hjalshurð?
Jack Foley (1891-1967) var ein av teimum fyrstu listafólkunum, sum gjørdi ljóðeffektir til útvarp og film. Hann gjørdi ljóð til film, serliga tey ljóðini, ið eru torfør at taka upp, meðan filmað verður. Hóast ljóðini eru ætlað at styðja upp undir myndirnar – eitt par kemur gangandi hond í hond í regninum, og tú hoyrir ljóðið av gummiskónum – so eru ljóðini sera kreativt skapt og við óvæntaðum lutum.
Børn eru nátúrligir ljóðgranskarar, og larma ofta nógv sjálv! Tey eru eisini forvitin, ídnir søguforteljarar og duga væl at eygleiða sítt umhvørvi - ofta nógv betur enn tey vaksnu. Tey eru eisini serfrøðingar í at at brúka tilfar og lutir kreativt.
Verkstovan tekur hesi natúrligu evni við inn í ein heim av ljóði, her børnini sleppa at skapa sínar egnu søgur og ljóðmyndir. Verkstovan eggjar til samstarv, felags skapan og stimbrar evnini at brúka hoyrnina í samspæli við sjónina.
Eduardo Abrantes er ljóðsniðgevi og granskari, ið hevur royndir við at brúka ljóð bæði til at fanga og skapa ljóðmyndir í nógvum ymiskum samanhangi: útvarpi, sjónleiki, filmi, framførslum og installatiónum. Ljóð hevur eina ótrúliga megi at stimbra hugflogið, at skapa heimar ella vekja sterkar kenslur og minnir. Ljóð er eisini við til at skapa kreativ sambond millum tey, sum í felag kanna og njóta eginleikar hjá ljóði og lutum og tilfari, ið skapa ljóðið.
Heiti: Frá oyra til hond
Listafólk: Eduardo Abrantes
Málbólkur: 0. - 3. flokkur | 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: 2 - 15
Høli: Skúlastova við borðum til bólkaarbeiði. Tilfar til evning, pennar, blýantar, lego, alt tilfar sum gevur áhugavert ljóð frá sær
Krøv: Bólkurin hevur ljóðútgerð við. Evt. um skúlin eigur: hátalarar og lítlan 4 spor miksara, mikrofonstativ
Longd: 4 heilir dagar á hvørjum skúla
Tíðarskeið: 24. oktober - 21. november 2019