Kinesiskt mosaikk

KINESISKT MOSAIKK er ein dansiverkstova, ið vil fremja mentanarligt forstáilsi og samband gjøgnum dans. Kinesiskt mosaikk setir klassiskan kinesiskan dans og fólkadans saman við litríkum lutum og búnum.

Verkstovan fevnir um tríggjar ymiskar dansir (klassiskan viftudans, mongolskan pinnadans og sloyfudans) ið føra áskoðaran til ein heim við heiðran og søgum. Á verkstovuni fáa næmingarnir innlit í kineskiska mentan og søgu við at tosa við listafólkini og síggja dansiframførsluna. Teir ymsu dansirnir geva innlit í kinesisku listina og hennara fjølbroytni tvørtur um landið og gjøgnum tíðina.

Verkstovan inniheldur

  • eina framløgu

  • næmingar eru við í dansinum

  • eina professionella dansiframførslu

  • spurningar og svar frá áskoðarunum


Heiti: Kinesiskt mosaikk
Listafólk: Mei-Yin Ng
Málbólkur: 0. - 3. flokkur | 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: Upp í 30 næmingar til verkstovu
Høli: Verkstova: skúlastova, auditorium ella aula. Framførsla: pallur við einføldum ljósi
Krøv: Bólkurin hevur ljóðútgerð við. Evt. um skúlin eigur: hátalarar og lítlan 4 spor miksara, mikrofonstativ. Verkstovan er annars fleksibul og lo-tech
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 25. - 29. november 2019