Inn í listina

Myndlistalig verkstova við støði í sjálvsmyndini og føroyska landslagnum. Á verkstovuni fáa næmingarnir innlit í ymsar tekni- og málivenjingar, ið verða leikmyndin, rekvisittirnir og leikararnir við atliti at teirra heilt personliga stop-motion-filmi og/ella live-framførslu, her fantasiur og veruleiki møtast.

Á hesum skeiðnum fáa næmingarnir innlit í samtíðarlist, her frásagnin er í fokus fyri síðan at fáa íblástur til at lýsa sítt egna støði og frásagn umaftur. Tilgongdin verður løgd til rættis eftir málbólkinum. Teir smærru flokkarnir fara at arbeiða við at mála og stop-motion við evnum við hetjudyrkan, andlitsmyndum og landsløgum við støði í egna gerandisdegnum, umhvørvinum, dreymunum og hetjumyndunum hjá næmingunum, og alt hetta verður gjørt til livandi myndir. Teir eldru næmingarnir fara at lýsa teir klassisku miðlarnar umframt framførslulist. Allir næmingar fáa innlit í ymsar tekni- og málivenjingar, ið verða kliptar og settar saman til scenografi, rekvisittir, hendur og maskur til teirra heilt persónligu videosøgu.

Verkstovan ynskir at stimbra børnum og ungum at arbeiða við list og soleiðis gera hana meiri nærverandi og viðkomandi í teirra gerandisdegi. Hvat er til dømis list? Hvat kunnu vit brúka list til? Og hvussu kann listin knýtast upp í okkara gerandisdag? Vit fara í holt við gerandisevnir og støður, sum næmingarnir kunnu setast í samband við og soleiðis verður skapað eitt stað, har gerandisdagur aftur hevur nakað óvæntað og nýtt við sær.

Málið er at geva næmingunum eitt sjáldsamt innlit í og fatan av listarligari arbeiðstilgongd og at vera við til at kveikja nýggj kreativ avrik hjá tí einstaka. Miðað verður eftir einum meiri listarligum og óformligum lærirúmi, her læring fer fram gjøgnum kreativa tilgongd við rúmi fyri hugdýping, og her ítøkiligar sansaligar upplivingar elva til refleksjón, samtalu og læring. Við rúmd fyri hugdýping og kannandi praksis er málið, at hvør næmingur skal finna sítt áhugaøki og tann arbeiðsháttin, ið hóskar best til tann einstaka, og her tann sjálvstøðuga og fjøltáttaða tilgongdin hjá næmingunum fær positivt virði.


Heiti: Inn í listina
Listafólk: Heidi Hove
Málbólkur: 0. - 3. flokkur | 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: Í mesta lagi 24 næmingar
Høli: Skúlastova/evnisstova
Krøv: Videouppvørpa
Longd: 4 heilir dagar á hvørjum skúla
Tíðarskeið: 7. - 31. januar 2020