Resterne af Rigsfællesskabet

Resterne af Rigsfællesskabet er ein trio mannað við Miké Thomsen (GR), ið framførir grønlendskan trummudans, og Jesper Pedersen (DK), sum býr í Íslandi og Heðin Ziska Davidsen (FO). Teir spæla báðir upp á modular synthesizara og annan elektronikk.

Miké er í miðjuni við einari trummu og syngur, meðan Jesper og Heðin eru hvørjumegin við við sínum elektronikki, og saman improvisera teir tónleikin.

Samleikin hjá bólkinum kemur úr ríkisfelagsskapinum, sum heitið bendir á. Bólkurin er ein trídimensionell abstraktión av felagskapinum. Á einum ása umboðar møtið millum ta organisku trummuna saman við røddini og elektronikkinum møtið millum upprunafólkini í Grønlandi og teir industrialiseraðu europeararnar. Á einum øðrum ása umboðar tann nationali samleikin hjá liminum í bólkinum núverandi felagsskapin. Á tí triða ásanum umboðar tann improviseraði tónleikurin samskifti og kjak og ríkisfelagsskapin.

Jesper býr fast í Íslandi, og hetta ger sítt til at varpa ljós á loysingarspurningin. Tó skal sigast, at bólkurin roynir ikki at vísa, um hann er fyri ella ímóti, men vil heldur lýsa ríkisfelagsskapin upp á ein abstraktan máta og vónar, at hetta gagnar almenna kjakinum.

Í sambandi við framførsluna verður tosað við næmingarnar um bólkin, og vit greiða frá, hvaðani vit eru og nema soleiðis við landafrøðina. Næmingarnir fáa eisini sett spurningar. Spyrja næmingarnir á føroyskum, so skilir bara Heðin teir, men spyrja teir á donskum, so skilja allir. Tey kunnu so fáa spurningin svaraðan á føroyskum, íslendskum, grønlendskum ella donskum. Soleiðis fáa vit víst ymiskleikan á málunum, sum eru og hava verið í felagsskapinum.


Í framførsluni hjá okkum brúka vit samplingar, ið eru ljóðfílur. Vit kunnu gera hesar ljóðfílurnar á staðnum, meðan vit práta við næmingarnar og síðan brúka ljóðfílurnar í framførsluni. Soleiðis kunnu næmingarnir hoyra seg sjálvar aftur í improvisatiónini, og soleiðis eksemplifisera vit samrøðuelementið í tí improviseraða tónleikinum


At hava eina veruliga samrøðu fyrst og síðan eina tónleikaliga samrøðu (improvisatión) er ein máti at bjóða næmingunum inn í tónleikin og ljóðini og fáa tey at ímynda sær ymist í tónleikinum.


Heiti: Resterne af Rigsfællesskabet
Listafólk: Miké Thomsen (GR), Jesper Pedersen (DK), Heðin Ziska Davidsen (FO)
Málbólkur: 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: 20 - 80
Høli: Uml. 3 x 6 metrar gólvpláss
Krøv: Sanganlegg. Fyriskiparar hava møguleika at skaffa útgerð, um okkurt manglar.
Longd: 60 minuttir
Tíðarskeið: 27. - 31. januar 2020