Kids in Jazz

JAZZVERKSTOVA HAR NÆMINGARNIR BRÚKA LJÓÐFØRI Í SAMSPÆLI VIÐ HVØNNANNAN OG LÆRARARNAR OG LÆRA YMSAN TEKNIKK OG AT FÁA GOTT SAMBAND VIÐ JAZZ OG IMPROVISASJÓN

Jazzverkstova og konsert við IMPROBASEN úr Noregi. Næmingarnir læra ymsan teknikk, at fáa gott samband við jazz og improvisasjónskynstrið og at brúka ljóðføri

í samspæli við hvønn annan og lærararnar. Royndir jazzpedagogar úr Noregi skipa fyri, og hesir arbeiða burturav við tónhoyrn, tvs. teir brúka ikki nótar í frálæruni.

IMPROBASEN leggur upp til, at skúla- næmingar fáa møguleika bæði at uppliva eina konsert við ungum jazztónleikarum og sjálvi at vera skapandi tónleikarar í skeiðshøpi.

Tað krevst eingin forkunnleiki ella royndir at spæla á eitt ljóðføri fyri at vera við.


Í tríggjar tímar fær ein flokkur av næmingum høvi at brúka ymisk ljóðføri í samspæli bæði við lærarar og ungar tónleikarar úr Noregi. Tað krevst eingin forkunnleiki ella royndir at spæla eitt musikalskt instrument fyri at vera við, men tað er ein fyrimunur, at næmingarnir eru tolnir og forvitnir og vilja læra um tónleik. Í listasmiðuni læra teir stykkir úr jazzstandarskrá og læra gjøgnum ta gehørbaseraðu upplæringina um harmoni, melodikk, rútmikk og spæliteknikk. Teir fáa eisini innlit í improvisasjón.

Eftir liðugt verkstovuarbeiði spæla næmingarnir konsert fyri øllum hinum í skúlanum saman við næmingunum úr Improbasen í Noregi.

Lærararnir á verkstovuni og konsertini eru Odd André Elveland, stovnari av Improbasen í Oslo, og samleikstjórin, Ayumi Tanaka ið er millum teir mest spennandi ungu jazzmusikararnar í Noregi í dag. Við sær hava tey tríggjar næmingar úr Improbasen. Teir eru milluim 7 og 15 ár, men hava longu royndir við jazz-samspæli og konsertum.

Improbasen hevur ment ein serstakan undirvísingarhátt, ið ruddar slóð fyri, at sjálvt smábørn kunnu spæla kompleksan jazzmusikk. Hátturin er grundaður á tónhoyrn og gloppar fyri improvisasjón. Børn eru yvirhøvur skjót at nema sær vitan og kynstur í list í tónleiki, eitt sum samsvarar væl við prinsippini í jazzsjangruni. Improbasen er altjóða viðurkendur fyri undirvísingarháttin, og bæði instruktørar og næmingar á deplinum hava víðfevndar royndir í sambandi við skeið, verkstovur, framførslur og rundferðir.


Heiti: Jazz Kids
Listafólk: Improbasen
Málbólkur: 4. - 7. flokkur
Tal á næmingum: Verkstova: 5 - 15 næmingar. Konsert: gjarna allir næmingar á skúlanum
Høli: Verkstova: 5 - 15 næmingar. Konsert: gjarna allir næmingar á skúlanum
Krøv: Helst eitt akustisk klaver og eitt trummusett
Longd: Konsert 45 minuttir. Verkstova 3 tímar
Tíðarskeið: 27. - 31. januar 2020