Paradís

PARADÍS er ein lívsjáttandi søga um ein dapran biðimann, ið ger tað, sum biðimenn gera: hann avgreiðir tey deyðu, leggur tey í kistuna og leggur lokið á. Men tað vit IKKI vita um biðimannin er: at hann kann tosa við tey deyðu! Og tey tosa fegin um alt møguligt. Og tað við paradísi er nakað, sum biðimaðurin finnur uppá fyri at ugga eina gentu, ið er deyð. Men kanska … er paradísið til?

PARADÍS er ein leiksýning, ið blandar vanligan leik við dukkuleik. Tey seinnu árini er sýningin spæld útivið 150 ferðir í Danmark og í útlondum, fyri børnum og sum leikur bara fyri vaksnum. Leikurin hevur støði í eini bók hjá Kim Fupz Aakeson av sama navni, og hann letur upp fyri týðandi samrøðum um lív og deyða. Hóast nógv tala er í leikinum, er eisini nógv at hyggja at reint visuelt. Hann er sera skemtiligur og er – hóast evnið – hvørki tungur ella dapur. Dukkur og pallsmíð eru flott gjørd, og vit brúka yvirhøvur nógva tíð eftir hvørja framførslu at hyggja at viðurskiftunum við áskoðararnar og smápráta um leikin.


Heiti: Paradís
Listafólk: De Røde Heste
Málbólkur: 4. - 7. flokkur
Tal á næmingum: 20 - 80
Høli: Myrkalegging. Høli á í minsta lagi 6,5 x 10 metrar og 2,75 m loftshædd.
Krøv: Vanligur 240 V streymur.
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 17. - 21. februar 2020