Summarvøkstur
SØGAN UM SOFÍU OG OMMUNA SØGD Í EINUM HUGAHEIMI AV EKSPERI- MENTERANDI RADDNÝTSLU, EINUM FJALLI AV KAÐALUM, MIKROFONUM, ANIMERAÐUM PALLSMÍÐI OG KOREOGRAFERAÐUM LIVE-ELEKTRONIKKI
SUMMARVØKSTUR er ein leikur, ið er kveiktur úr Sommerbogen hjá Tove Jansson.
Hoyr søguna um Sofíu og ommu hennara, ið halda til á eini lítlari oyggj úti í finska skergarðinum, gjøgnum eina heldur øðrvísi framførslu. Søgan verður søgd við eksperimenterandi raddarnýtslu, einum fjalli av kaðalum, 7 mikrofonum, animerað og samspælandi pallsmíð og koreograferaðum live-elektronikki.
Søgan hugtekur børn úr 6 árum við teksti, spæli og teimum droymandi myndunum.
Heiti: Summarvøkstur
Listafólk: teaterBLIK
Málbólkur: 0. - 3. flokkur
Tal á næmingum: 60
Høli: 100% myrkalegging. Høli á í minsta lagi 8 x 10 metrar og 3,5 m loftshædd, t.d. ein fimleikahøll.
Krøv: -
Longd: 35 minuttir
Tíðarskeið: 25. februar - 3. mars 2020