Ringrás

EIN ANIMATIÓNSFILMUR, SUM VERÐUR SKAPTUR Í SJÁLVARI LØTUNI. EIN SANSALIG FERÐ GJØGNUM ÆVINTÝRLIG LANDSLØG AV LJÓSI OG LJÓÐI, SKUGGA OG LARMI

RINGRÁS er ein animatiónsfilmur við tónleiki og mynd, sum verður skaptur í sjálvari løtuni. Ein sansalig ferð gjøgnum ævintýrlig landsløg av ljósi og ljóði, skugga og larmi. Við støði í tónleiki og palllist hittast Entropia og Freya Sif Hestnes um RINGRÁS, her tey sameina skuggaleik í samgildum sjónarmyndum við tónleiki og framførslu.

Vit fylgja einum heldur klossutum skepilsi meinlíkum einum menniskja, ið roynir at finna seg sjálvan. Ein tragikomisk/dystopisk menningarsøga um menniskjað, sum hevur ment seg gjøgnum tíð og rúmd úr upphavi móti menningini, frá menning til innihald og skorið inn á bein: frá lívinum til deyða.


Ringrás er vegamótið, her gamal dukku- og skuggaleiksiður, ritualistiskur tónleikur og tjóðminni møta animatións- og stop-motion-filmi, click-and-point-spæli og syntetiseraðum gangi. Við gjøgnumlýsing og live-projektión av gerandisobjektum á einfaldari pallseting við glasplátum í trimum løgum skapa vit tann visuella alheimin, ið gongur tvørturum tíð og siðaarv. Alt kann – sum tað nú einaferð er – verða gjøgnumlýst ella myrkjast, so at alt kann lata tí visuella landslagnum sítt. Til hetta hava vit eisini gjørt eina dukku – protagonistin í søguni – ið verður førd ígjøgnum náttúrunnar margfeldi. Sumt er ítøkiligt og sannroyndarligt, annað er abstrakt og sýrut. Øll tann visuella søgan verður víst á lørifti og fylgispæli við kompositiónum og ljóðmyndum. Samanumtikið fáa áskoðararnir upplivingina av filmsýning og filmgerð samstundis.

Hesin mátin ber eisini í sær, at tónleikurin og myndirnar fáa tosað saman og reagerað av hvørt øðrum, og tað ger í fleiri førum Ringrás til eina serstakliga livandi framførslu: samanspælið krevur, at tað verður improviserað innanfyri karmarnar um pallin og kompositiónirnar, og improvisatiónin krevur eitt samskifti, ið gevur lív á gólvinum millum leikararnar og ikki bara á løriftinum.

Við nettupp dukkuleikinum sum sýningarhátti fáa vit tað at bera til at hyggja at okkum sjálvum sum menniskjur við eini ávísari frástøðu. Í leikinum síggja vit ein mannakropp, men bara næstan ein mannakropp. Her verður skapað ein frástøða, sum, umframt at byggja á sína egnu fjaru kenslu til kropp, tíð og umhvørvi, ger eitt øðrvísi og kanska víðari perspektiv hjá áskoðarunum av tí eksistensiella aspektinum í søguni. Við tilknýtinum í skuggaleikinum fram í tíðina at animatións- og stop-motion-filmi fáa vit gloppa hurðina inn til tann óendaliga gandaheimin, uttan at hann tykist fyrnaður og fremmandur, men sipar til fantasiin hjá barninum millum allar áskoðarar yvirhøvur.


Heiti: Ringrás
Listafólk: Entropia & Freya Sif Hestnes
Málbólkur:  4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: 25 - 200
Høli: Myrkalegging. Høli á í minsta lagi 7 m (B) og 3 m loftshædd
Krøv: PA-anlegg (2 hátalarar, forsterkari og miksari), lørift (so stórt sum til ber), evt. uppvørpu (minst 5000 lumen)
Longd: 50 minuttir
Tíðarskeið: 9. - 13. mars 2020