MASS - bloom exploration

UPPLIV SAMBANDIÐ VIÐ EITT DJÓRASLAG ÚR EINUM LISTALIGUM OG ÓVÆNTAÐUM SJÓNARHORNI. BØRNINI SKULU Í SAMSTARVI VIÐ MJØLMAÐKAR SKAPA EINA LÍTLA STANDMYND ÚR SKÚMPLASTI

Við støði í koreografisku installatiónini MASS ­ bloom explorations, har 200.000 plastetandi mjølmaðkar og eitt menniskja liva saman í einum skúmplastumhvørvi

í Norðurlandahúsinum, bjóða vit næmingunum at samskapa saman við mjølmaðkunum.

Verkstovan byrjar við eini taktilari sansa­ uppliving. Vit skapa uppmerksemi um kensluna av at uppliva ymiskt blundandi, eitt nú nerta við ymsar flatur, at leiða hvønn annan osfr. Málið er at lata eyguni upp fyri sansaliga sambandinum okkara millum.

28 Listaleypurin skúlaárið 2019-20

At enda gera vit eitt heim til mjølmaðkar­ nar. Hvussu skulu teir búgva fyri at trívast? Vit koma við veruligari vitan og lata børnini sjálvi hugsa um framtíðina hjá maðkum, menniskjum og øðrum djórasløgum.


Heiti: MASS - bloom exploration
Listafólk: Recoil Performance Group / Micela Kühn Jara og Emile Gregersen
Málbólkur: 0. - 3. flokkur
Tal á næmingum: 5 - 30
Høli: Stórt flokshøli við nóg mikið av plássi at skipa borð og gólv at ganga ímillum
Krøv: Saksar og smáir pinnar at gera royndir við (t.d. grillpinnar)
Longd: 90 min.
Tíðarskeið: 9. - 13. mars 2020