Samljóðkonsert

SAMLJÓÐKONSERT er ein konserttøð við donsku duoini LYD PORT, sum er Mai Ane Pil og Morten Schmidt. Musikkurin verður gjørdur úr realljóðupptøkum og úr fysiskum tilfari, ið er savnað saman í føroysku náttúruni. Á pallinum verða steinar, plastburturkast, greinar o.a. savnað saman í Føroyum, til musikkinstrument tá tey verða manipulerað gjøgnum maskinurnar hjá duoini og blandað í eina vakra heild við songrøddirnar hjá duoini.

Til SAMLJÓÐKONSERT verða næmingarnir bodnir inn í ein fjálgan ljóðheim, her teir uppdaga heilt nýggj brigdi at tí ljóði og dámi, sum teir kenna so væl úr sínum nærumhvørvi.
Konsertin verður lutvíst improviserað, og LYD PORT fer at sansa rúmið, so at hjávera næminganna ávirka improvisatiónirnar og tann dám og rúm, sum LYD PORT ger í musikkinum undir konsertini.

SAMLJÓÐKONSERT skapar fokus á detaljuríkidømið í teimum tingum og ljóðum, ið eru rundan um okkum, og hvussu vit við skerpaðum sansum gjøgnum musikkin kunnu stilla inn á okkum sjálv, hvørt annað og náttúruna rundan um okkum.
Konsertin verður spæld í eini fimleikarhøll ella stórum sali, her næmingarnir kunnu liggja á madrassum og í kámum ljósi kunnu stilla inneftir og merkja musikkin streyma.

Koncertrøðin SAMLJÓÐKONSERT er ein partur av einum størri tvørestetiskum prosjekti, SAMKLANGI, sum duoin ger í Grønlandi, Føroyum, Íslandi og Danmark.


Heiti: Samljóðkonsert
Listafólk: LYD PORT
Málbólkur: 0. - 3. flokkur | 4. - 7. flokkur | 8. - 10. flokkur
Tal á næmingum: 50 - 400
Høli: Høli við gólvplássi, fimleikahøll, aula, stór skúlastova e.l. gjarna við møguleika fyri dempaðum ljósið. Madrassur, fimleikamottur, sekkjastólar e.l. og evt. teppi.
Krøv: PA anlegg
Longd: 60 minuttir
Tíðarskeið: 23. - 27. mars 2020