Listaleypurin
2025-25
Listaleypurin er aftur klárur við spennandi framførslum, dagsverkstovum og longri verkætlanum.
Við bestu ynskjum um eitt gott skúlaár og eitt gott listaleypsár 2025-26.
Við bestu ynskjum um eitt gott skúlaár og eitt gott listaleypsár 2025-26.
Hettarher & Jákup Veyhe (FO)
Jákup Veyhe fer saman við tónleikabólkinum ”hettarher” at endurgeva søgur frá forfedrum okkara í nýggjum hami. Næmingarnir opna oyruni og nýta hugflogið at ferðast 100 ár aftur í tíðina - inn í ein ævintýraheim, har nógvar hugsandi verur livdu í Føroyum.
Longd: 30 - 40 minuttir
Tíðarskeið: 12. - 16. jan. 2026
Leikfelagið TVAZZ (FO)
Vit fara saman við Gunnvá Zachariasen á eina spennandi ferð aftur í tíðina, har vit hoyra um Sáru Malenu - eina gandakelling úr Skúvoy, sum doyði í 1903. Men dugdi hon veruliga gand? Ella var hon bert ein fátæk, barnleys einkja, sum royndi at lívbjarga sær?
Longd: 45 minuttir
Tíðarskeið: 2. - 6. februar 2026
Sarah Aviaja Hammeken, Alexander Montgomery-Andersen & Mathilde Rosengren Bruun (AVIAJA dance) DK/GL
Ein sansalig og hjartanemandi dansiframførsla um at hava røtur í tveimum londum - Grønlandi og Danmark - og um at finna samleika sín ímillum ymsar mentanir og tungumál. Í “Mál/leys” granskar Hammeken, hvat tað merkir at hoyra til - og at kenna seg fremmandan. Næmingarnir fáa eisini høvi at luttaka í sjálvari framførsluni.
Longd: 90 min.
Tíðarskeið: 17. - 21. nov. 2025